- Menniskjaskapt vanlukka fyri framman

04.12.2018 - 08:21
AktueltSamfelag
- Menniskjaskapt vanlukka fyri framman
Í gjár var fyrsti fundurin á ST-veðurlagsráðstevnuni, sum í ár verður hildin í Póllandi. Millum annað bar David Attenborough fram røðu.
 

- Ein menniskjaskapt og heimsumfatandi vanlukka er fyri framman.

Tað segði Sir David Attenborough, sum serliga er kendur fyri náttúrufilmar á BBC, á fyrsta fundinum á ST veðurlagsráðstevnuni í Póllandi í gjár.

- Veðurlagsbroytingarnar eru størsta hóttan í fleiri túsund ár. Gera vit einki, kann tað gera enda á heimssamfelagnum, sum vit kenna tað, og á stórum pørtum av náttúruni, segði Attenborough.

Men tað var ikki bara vanlukka og vónloysi at hoyra frá 92 ára gamla dokumentaristinum, sum var bjartskygdur um samstarvið millum Sameindu Tjóðirnar.

- ST veitir ein pall at gera nakað við avbjóðingina. Paris avtalan frá desember í 2015, sum er størsta stigið, sum heimsins lond saman hava tikið ímóti veðurlagsbroytingum, prógvar, at vit kunnu broyta gongdina, segði hann.

ST veðurlagsráðstevnan, sum ber heitið COP24, er í Katowice í Póllandi til 14. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. oktober
Morgunlestur leygardagur 1.oktober 2022
145511
Fríggjadag 30. september
Heðin á pall við Makrel um vikuskiftið
145605
Fríggjadag 30. september
Lesikrókurin: Fontamara
145576
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. september
3-2
145358
Sunnudag 25. september
Sangmøti í Ebenezer.
145276
Sunnudag 25. september
Andakt við Palla Petersen
145275
Mánadag 19. september
3-2
145026
Sunnudag 18. september
Andakt við Karinu Magnussen
144956