Broyta vinnupolitikkin fyri at bjarga fíggjarlóg

Broyta vinnupolitikkin fyri at bjarga fíggjarlóg
Gjøldini á alivinnuna eru longu broytt fýra ferðir seinastu seks árini, sigur andstøðan í Vinnunevndini
Alingin skal geva landskassanum 16,5 mió. kr. afturat næsta ár, ætlar landsstýrið.
 
06.12.2018 - 12:03


Tað er skeivt at broyta vinnupolitikkin bara fyri at bjarga fíggjarlógini.

Meirilutin í Vinnunevndini, sum eru umboðini hjá andstøðuni, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, at broyta tøkugjaldið hjá alivinnuni nú.

Meirilutin vísir á, at tað er óheppið at broyta vinnupolitikkin í landinum í sambandi við, at fíggjarlógaruppskot verður lagt fram, har endamálið ikki er vinnupolitiskt, men heldur at fáa fíggjarliga kabál at ganga upp. 

Gjøldini á alivinnuna eru longu broytt fýra ferðir seinastu seks árini.

Seinast, tað varð broytt, var talan eisini um skundmál, sigur meirilutin í Vinnunevndini. 

Nógvar milliónir

Uppskotið er mett at geva landkassanum 16,5 mió. kr.

Men umboð fyri alivinnuna hava upplýst fyri Vinnunevndini, at sum útlitini eru í løtuni fyri framleiðslukostnaðin og søluprísin, fær ætlaða lógarbroytingin onga ávirkan fyri 2019. 

Meirilutin mælir til, at heldur enn at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, eigur varandi breið politisk semja at verða gjørd, so vinnan veit, hvat hon hevur. 

Minnilutin, samgongan, mælir til at samtykkja uppskotið um tøkugjaldið.

Minnilutin sigur, at uppskotið ger, at tøkugjaldið verður tillagað, so tað í størri mun leggur upp fyri hækkaðum framleiðslukostnaði, og soleiðis, at gjaldið fellur skjótari, tá marknaðarprísirnir lækka. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595