Heimsins lond samd um umhvørvisavtalu

Heimsins lond samd um umhvørvisavtalu
Eftir tvær vikur við tingingum er tað loksins eydnast teimum útivið 200 luttakandi londunum at koma til eina semju á veðurlagsráðstevnuni COP24
Í Póllandi - á mest umráðandi veðurlagsráðsstevnuni síðan Parisavtalan varð gjørd í 2015 - eru 196 lond blivin samd um reglurnar, ið skulu tryggja, at lyftini í 2015-avtaluni kunnu verða sett í verk
Mynd: AP  
 
16.12.2018 - 09:40

Eftir tvær vikur við tingingum í pólska býnum Katowice er tað loksins eydnast teimum útivið 200 luttakandi londunum at koma til eina semju á veðurlagsráðstevnuni COP24 hjá Sameindum tjóðum.

Í Póllandi - á mest umráðandi veðurlagsráðsstevnuni síðan Parisavtalan varð gjørd í 2015 - eru 196 lond blivin samd um reglurnar, ið skulu tryggja, at lyftini í 2015-avtaluni kunnu verða sett í verk.

Trupult at fáa undirtøku millum øll londini

- Hetta er nakað, allur heimurin hevur bíðað eftir, sigur pólski samráðingarleiðarin á veðurlagsráðstevnuni, Michael Kurtyka, sambært tíðindastovuni Ritzau.

Regluverkið í Parisavtaluni er eitt sera tekniskt, men eisini týðandi skjal. Til dømis verður gjørt greitt, hvørji klimamál londini skulu hava, og hvussu tryggjast skal, at ásettu umhvørvismálini verða hildin.

Samráðingarnar hesar tvær vikurnar hava millum annað snúð seg um, í hvussu stóran mun tann nýggjasta frágreiðingin frá Klimapanelinum hjá ST, ið kom út í oktober, skuldi takast til eftirtektar.

SÍ EISINI Paris-avtalan hongur í klønum tráð

Í teirri frágreiðingini stendur, at tað er gjørligt at avmarka hækkingina í hitanum í heiminum til millum 1,5 og 2 stig í ár 2100, men at tað krevur skjótar, øktar og umfatandi broytingar nógvastaðni í samfelagnum.

Tað hevur tó verið trupult at fáa undirtøku millum øll tey 196 limalondini á veðurlagsráðstevnuni fyri niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Klimapanelinum, ið kom út í oktober mánað.

Ein annar trupulleiki, sum hevur verið umrøddur á veðurlagsráðstevnuni, ið trupult eisini hevur verið semjast um, er, hvar og hvussu útlátið av koltvísúrni kann minkast, og hvussu minkingin skal gerast upp og boðast frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974