Landsstýrismálanevndin ger onga kanning

Landsstýrismálanevndin ger onga kanning
Landsstýrismálanevndin fer ikki at kanna landsstýriskvinnuna í Mentamálum og skúlabyggingina í Marknagili.
 
21.12.2018 - 12:02

Landsstýrismálanevndin fer ikki at kanna málið um byggingina av Marknagilsdeplinum og leiklutin hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum.

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at hann fer ikki at kalla nevndina inn til fundar at viðgera málið.

Men Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini, heldur ikki, at hetta er eitt mál fyri landsstýrismálanevdina, vísur til grein 5 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina.

Grein 5 stk 6 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina sigur, at nevndin tekur ikki mál til viðgerðar, tá ið málið snýr seg um, at ein meirútreiðsla er hildin, sum ikki er lógarheimild fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarnum til víðari viðgerð.

Magnus Rasmussen, sum ikki vil gera bandaða samrøðu, sigur, at hann hevur ikki frætt frá Aksel V. Johannesen, løgmanni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392