Sverri ætlar sær til OL

Sverri ætlar sær til OL
Miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, hevur sett sær mál at gerast heimsins besti rógvari í einskullara.
 
21.12.2018 - 12:23

Miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, hevur sett sær mál at sleppa við til OL í Tokyo í 2020, og at gerast heimsins besti rógvari í einskullara.

- Mín ambitión er at verða betri enn hinir. Eg vil bara vera tann besti rógvari í singlescullara, sigur Sverri Sandberg Nielsen avgjørt, tá hann verður spurdur, hvør dreymurin fyri framtíðina er. 

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí skal Sverra gerast bestur í einskullara, skal hann millum annað til at rógva øðrvísi. Tískil hevur hann eisini fingið nýggjan venjara. 

Venjarin hjá Sverra er Thomas Poulsen, sum hevur vunnið gull fyri Danmark í rógving, og hann skal nú læra Sverra at rógva øðrvísi.

Samanborið við rógvingina, sum vit annars kenna í Føroyum, sigur Sverri, at tað er nakað heilt annað at rógva í einskullara.

- Tað skal vera eitt sindur meira kraft í takinum, tað skal vera eitt stórt, langt tak, og árarnar sita nógv fastari í vatninum. Tá tú ordiliga fært fatur í vatninum, kanst tú faktisk skumpa bátin øgiliga langt, sigur Sverri millum annað um nýggja rógvimátan. 

Sverri skal betra tíðina hjá sær við umleið 10 sekundum fyri at gera seg galdandi í Tokyo. Og tað væntar hann at klára.

Størsta avbjóðingin hjá Sverra er nú at fáa nýggju venjingina inn undir húðina.

- Eg havi tikið fleiri millión tøk upp á ein heilt annan máta, so tá eg byrji at blíva móður, byrji eg at rógva upp á gamla mátan, sum eg róð, áðrenn Thomas gjørdist venjari mín, sigur Sverri millum annað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491