Royndi at smugla 13 gramm av hassji

Royndi at smugla 13 gramm av hassji
Meðan náttin hevur verið friðarlig, hevði løgreglan úr at gera í gjár við eldsbrunum, harðskapsmáli og smugling.
 
22.12.2018 - 10:24

Ein maður datt á sjógv í Vágsbotni í Havn í nátt. Maðurin kláraði sjálvur at koma uppaftur, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun, har tey annars siga frá, at fólk hava verið úti í gjárkvøldið og í nátt, men hesi hava sum heild ikki givið løgregluni stórvegis uppgávur. Eitt mál um herverk er noterað og verður kannað.

Tveir eldsbrunar vóru í Havn í gjár, á Bilrøkt og í eini íbúð undir Fjalli. Og so var eldur í eini garasju í Vági. Løgreglan hevur avhoyrt tvey fólk, tí eigarin av garasjuni heldur, at eldurin er ásettur. Umframt eldin, er okkurt stolið av staðnum og herverk er framt, sigur eigarin. Fólkini, sum eru undir illgruna og eru avhoyrd, vilja ikki tosa við løgregluna, sum hevur sent brunakøn fólk til Suðuroyar at kanna málið.

Á flogvøllinum steðgaði tollvaldi einum fólki, sum royndi at fáa hassj inn í landið. Hundurin har fekk ferilin av onkrum illgrunasomun, og tað vísti seg, at har vóru 13 gramm av hassji goymd í einum dunki í viðførinum hjá einum fólki.

Løgreglan var eisini boðsend til eini hús, har tvey fólk vóru komin til ilnar. Annað fólki hevði kastað trý gløs eftir hinum, sum fekk tað í høvdið. Tá gløs ella annað verður brúkt, er talan um tað, ið  verður rópt grovur harðskapur, sum í revsirættarligum høpi er meira álvarsamt enn tað, sum bara verður bólkað sum vanligur harðskapur.

Og so var eisini eitt ferðsluóhapp í Kvívík, har eitt fólk royndi at sneiða undan einum seyði á vegnum, men endaði við at renna útav - fólkið har varð flutt á sjúkrahúsið til nærri kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867