Tokvanlukkan kravdi átta mannalív

Tokvanlukkan kravdi átta mannalív
Tokvanlukkan á brúnni um Stórabelt í Danmark í gjár hevur kravt tvey mannalív aftrat, upplýsir løgreglan á Fjóni í morgun.
Mynd: Privatmynd // TV2 Fyn  
 
03.01.2019 - 09:18

Løgreglan hevur alla nátt kanna ferðafólkatokið, og hevur funnið tvey deyð fólk aftrat.

Sostatt hevur vanlukkan kravt tilsamans átta mannalív, fimm kvinnur og tríggjar menn, og 16 fólk eru løstað, men tey flestu eru útskrivað. 

Enn er ikki endaliga staðfest, hví vanlukkan hendi, men skaðanevndin sigur, at ein treylari, sum stóð á einum farmatoki, rakti ferðafólkatokið, ið var á veg til Sælands tíðliga í gjáramorgunin.

Tokini koyrdu fram við hvør øðrum, tá treylarin datt av farmatokinum.

131 fólk vóru í tokinum.

carlsberg_treylari.jpg

Caption: 
Hildið verður, at ein treylari hjá bryggjarínum Carlsberg elvdi til vanlukkuna.

Hetta er ringasta tokvanlukka í Danmark í 30 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947