Leitingin eftir horvna manninum steðgað

Leitingin eftir horvna manninum steðgað
Løgreglan boðar nú frá, at skipaða leitingin eftir horvna manninum í Fugloy er steðgað
 
15.01.2019 - 13:19

Leitingin eftir horvna manninum í Fugloy er steðgað. 

Løgreglan skrivar, at leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna.

Men einki hevur verið at frætt frá manninum, sum fór út til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin.

Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.

Tað fekk fólk at stúra, og løgreglan fekk boð.

Maðurin er 29 ára gamal og kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin.

Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328