29 ára gamli Lukas úr Eysturríki hvarv í Fugloy

29 ára gamli Lukas úr Eysturríki hvarv í Fugloy
Løgreglan hevur saman við pápa horvna ferðamanninum staðfest, at horvni maðurin er 29 ára gamli Lukas Gössnitzer
 
17.01.2019 - 09:44

Løgreglan hevur nú staðfest, at maðurin sum hvarv úti í Fugloy um middagsleitið fríggjadagin hin 11. januar 2019, er tann 29 ára gamli Lukas Gössnitzer, búsitandi í býnum Kuttigkofen í Sveitz.

Pápi hansara kom til Føroya týskvøldið, og hann hevur saman við løgregluni  sæð vakmyndir, sum eru tiknar av Lukasi, tá hesin kom í Vágar við flogfari tann 10. januar 2019. Ongin ivi er um, at myndirnar eru av Lukasi.

Pápin var í gjár úti í Fugloy við tyrluni hjá Atlantic, har hann hevur sæð truplu umstøðurnar, sum helst eru orsøkin til, at sonurin er burtur og ikki er funnin aftur.

Pápin er ovfarin av stóru leitingini og takkar hjartaliga øllum, sum hava luttikið, bæði á sjógvi, landi og úr luftini.

Hann fer heim aftur fríggjadagin.

Fór út við tyrluni

29 ára gamli Lukas fór út til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin.

Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.

Tað fekk fólk at stúra, og løgreglan fekk boð.

Lukas kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin.

Vænta ikki at finna Lukas á lívi

Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur portal.fo, at sannlíkindi eru ikki fyri, at maðurin verður funnin á lívi.

Portalurin veit harafturat at siga, at Lukas hevði keypt sær ein einvegis ferðaseðil til Føroyar.

Enn er umráðandi, at fólk sum halda seg vita okkurt um Lukas Gössnitzer, venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521