Løgregluni vantar starvsfólk

Løgregluni vantar starvsfólk
Tørvur eru á 8-10 politistum, sigur chefpolitiinspektørurin. Politiið er eitt slag av dagligum eldsløkkingum, sigur formaðurin í Politistafelagnum
Fyri at bøta um støðuna hava danskir avloysarar arbeitt í Føroyum í summar. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2026 - 08:22

Løgregluni í Føroyum vantar starvsfólk. 

Tað váttar Claus Birkelyng, chefpolitiinspektørur, í samrøðu við fakblaðið Dansk Politi. 

- Okkum manglar 8-10 politistar, og tað ger, at vit stundum hava ilt við at fáa vaktarætlanirnar at hanga saman, sigur Claus Birkelyng í greinini, sum er endurgivin á Portalinum.

Fyri at bøta um støðuna hava danskir avloysarar arbeitt í Føroyum í summar. 

Sambært greinini starvast 107 fólk hjá løgregluni í Føroyum. Normeringin er 117 fólk.

 


Eyðun Dalsgarð er formaður í Politistafelagnum. 

 

Fáa sær onnur størv

Eyðun Dalsgarð, formaður í Politistafelag Føroya, sigur við Dansk Politi, at støðan við starvsfólkatroti hevur við sær, at føroyskir politistar leita sær burtur í onnur størv.

- Føroya Politi virkar sum eitt slag av dagligum eldsløkkingum. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er undir hørðum trýsti, og tí síggja vit fólk søkja burtur, sigur Eyðun Dalsgarð í greinini hjá fakblaðnum Dansk Politi, ið er endurgivin á Portalinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083