Skeiva Pakkhús skift eigara

Skeiva Pakkhús skift eigara
Matstovan Skeiva Pakkhús við Rættará í Havn, sum lat upp í vár, skiftir eigarar
 
18.01.2019 - 20:02

Gist & Vist hevur í dag yvirtikið leigumálið í Skeiva Pakkhúsi. Tað váttar Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist. Talan er um eitt fimmára leigumál. 

Tað var síðst í mai, at Leif Sørensen saman við øðrum lat upp matstovu í eyðkenda húsinum, har Valdemar Lútzen hevði kolagoymslu fyrr. Og matstovan hevur havt opið síðani.

Johannes Jensen sigur, at avtalan varð undirskrivað seint seinnapartin í dag og tí fær hann ikki gjørt fleiri viðmerkingar annað enn vátta, at Gist & Vist hevur yvirtikið leigumálið.

Gist & Vist-samtakið eigur eitt nú Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og matstovurnar KOKS, Áarstova, Barbaru og fleiri aðrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744