Finnast at ljóðkanning

Finnast at ljóðkanning
Felagið Heimafriður setir spurnartekn við ljóðkanningina, Umhvørvisstovan gjørdi á Signabø í heyst
Felagið Heimafriður finst nú at ljóðkanningini, sum Umhvørvisstovan gjørdi á Signabø í tíðarskeiðnum 2. august til 2. oktober
 
21.01.2019 - 08:56

Felagið Heimafriður finst nú at ljóðkanningini, sum Umhvørvisstovan gjørdi á Signabø í tíðarskeiðnum 2. august til 2. oktober í fjør, tá óljóð frá skipum og vinnuni á staðnum vórðu kannað nærri. 

Ein arbeiðsbólkur hjá felagnum gjørdi bæði á fundum og í skrivum vart við ymisk viðurskifti, sum hædd skuldi takast fyri, tá kanningin av óljóði á Signabø og í Kollafirði skuldi gerast.

SÍ EISINI Felag móti gangi og royki

Heimafriður finst at háttinum, ljóðmátingarnar vórðu gjørdar. Millum annað tólunum, sum vórðu brúkt til mátingarnar og hvussu sjálvar mátingarnar vórðu gjørdar, sigur felagsskapurin í skrivi.

Mest umráðandi var, at ljóðmátingar sjálvsagt skuldu gerast tá skip, sum klagað hevur verið um, lógu við kai á Signabø, vísir felagið Heimafriður á í skrivinum, sum er sent út í morgun.

Halda at myndugleikin kannaði seg sjálvan

Arbeiðsbólkurin setir eisini spurnartekn við framferðarháttin hjá myngugleikunum, sum gjørdu kanningina. Arbeiðsbólkurin fýlist á, at myndugleikin, fyri teimum at síggja, kannaði seg sjálvan.

Ikki minst fýltist arbeiðsbólkurin á, at vinnan - PP Faroe Pelagic - sum hevur áhuga í, at kanningin kemur vinnuni til góðar, var samstarvsfelagi í fyrireikingar- og kanningararbeiðinum. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta kundi koma at ávirka úrslitið av kanningini.

Tað mest undrunarsama hetta tíðarskeiðið er - sigur Heimafriður - at skipið, sum flestar klagur eru sendar um, var ikki inni á fjørðinum eina einastu ferð meðan langtíðarmátingarnar hjá Umhvørvisstovuni vórðu gjørdar.

Borgari sjálvur gjørt kanningar í 13 ár

Hóast undanfarnu ár og mánaðar hevur umrødda skipið ligið inni í longri tíðarskeið umleið triðu hvørja viku. Og bara fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vórðu tikin niður, stevndi sama skip aftur inn á fjørðin. 

Heimafriður vísir á, at myndugleikarnir settu eina ljóðkanning í verk, hóast ein borgari sjálvur hevur gjørt regluligar kanningar av óljóði frá skipum og vinnuni á staðnum síðani 2006. Felagið hevur nú sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum fyrispurningar.

Sirið Stenberg verður biðin um at svara, um framferðarhátturin í kanningini var nøktandi, um kanningin gevur eitt nágreiniligt innlit í ljóðdálkingina, um gegnistrupulleikar vóru og um kanningin í síni heild kann brúkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233