- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvirðislønin latin Bárði Jákupsson
Mentanarvirðislønir landsins fyri árið 2018 vórðu í kvøld handaðar á stórum, almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Til handanina vórðu tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Heiðursgáva landsins, sum í ár varð latin Astrid Andreasen, Virðisløn til unga listafólk, sum í ár varð latin Búa Rouch, og so Mentanarvirðisløn landsins, sum í ár varð latin Bárði Jákupsson.
Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Mentanarvirðislønin varð latin Bárði fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemið hansara. Umframt heiðurin fær Bárður Jákupsson 150.000 krónur.
Listamaður í eitt mannaminni
Longu frá barnsbeini av hevði Bárður ein serligan áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri.
Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór Bárður at lesa á læraraskúla, og síðani fór Bárður so á málaraskúla á Kunstakademinum í Keypmannahavn.
Umframt sjálvur at gera myndlist, hevur Bárður eisini skrivað fleiri bøkur um myndlist og myndlistafólk.
Eftir uppskoti frá Bárði varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm, og nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har.
Sett sín dám á føroyska listaheimin
Bárður Jákupsson hevur eina drúgva søgu í føroyska listaheiminum, og tá hann hitti Jógvan Arge, blivu tað til ikki mætari enn fýra sendingar um lív hansara.
Mangar ferðir hevur navn hansara verið at hoyrt bæði í útvarpi og sjónvarpi, og fyri gott tveimum árum síðani var hann gestur í mentanarsendingini, Grindin, sum vitjaði Bárð í samband við listaframsýning hansara í Steinprent:
Langa leiðin norðureftir
Í 2003 varð sjónvarpssending gjørd um ein av fremstu málarum. Sendingin varð gjørd í samband við, at Bárður segði starvi sum stjóri á Listaskálanum frá sær og fór til Gjáar til mála.
Hann vildi hava betri stundir at mála, men ein álvarsligur blóðtøppur skumpadi eisini undir ynskið um broytingar, áðrenn ov seint var.
Sendingin, "Langa leiðin norðureftir", sæst her.
Sjáldsama treiskur og serliga dugnaligur
Í grundgevingini fyri at lata Bárði Jákupsson virðislønina, varð skrivað soleiðis:
Náttúran er einki, myndin av henni er alt, hevur eitt modernað listafólk einaferð sagt. Tað var ein avbjóðandi útsøgn, men í henni er eisini ein sannleiki – og hann er avgjørt galdandi fyri ein listamann sum Bárð Jákupsson. Hann hevur í mong ár verið hugtikin av berginum, sum so stórsligið hevjar seg upp úr havinum við føroysku strendurnar.” Soleiðis stóð skrivað í innbjóðing til framsýning í Listasavninum fyri fimm árum síðan.
Í myndlistini hevur Bárður Jákupsson heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugnaskap.
Náttúrulýsingarnar í myndunum eru rytmiskar og stórbærar. Í litum og myndevnum sæst ein kærleiki til náttúruna, upphav til grøði og lív. Mensk megi og musikalitetur hómast mangastaðni í hansara myndlist. Ofta eru myndirnar eksplosivar, men tær eru eisini nemandi og inniligar.
Bárður Jákupsson er eisini ein av okkara virknastu bókateknarum. Í meira enn eina hálva øld og í eini tíð, tá ið sigast má, at tekningar í bókum vóru sum lundi á jólanátt, hevur hann myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum, skúlabókum, yrkisbókum, stuttsøgum og tíðarritsgreinum, heilt frá Míni jólabók í fimmtiárunum, tíðarritinum Mondli í sjeyti- og áttatiárunum og til Móðurmálsorðabókina í 1998. Allastaðni hava eyðkendu strikurnar hjá Bárði sett sín livandi dám.
Áður heiðrað lista- og mentafólk
Tey, ið áður hava fingið virðislønir handaðar, eru:
Árstal |
Mentanarvirðisløn |
Heiðursløn | Ungt listafólk |
2017 | Barbara í Gongini | Frits Johannesen | Konni Kass |
2016 | Rúni Brattaberg | Steinprent | Anna Malan Jógvansdóttir |
2015 | Annika Hoydal | Palli Gregoriussen | Andrias Høgenni |
2014 | Torbjørn Olsen | Tey av Kamarinum | Mattias Kapnas |
2013 | Tróndur Patursson | Árni Dahl | Trygvi Danielsen |
2012 | Tóroddur Poulsen | Marianne Clausen | Silja Strøm |
2011 | Jóanes Nielsen | Kristian Blak | Sakaris Stórá |
2010 | Sunleif Rasmussen | Jonhard Mikkelsen | - |
2009 | Kári P. | Laura Joensen | - |
2008 | Ebba Hentze | Martin Tórgarð | - |
2007 | - eingin virðisløn latin | - eingin virðisløn latin | - |
2006 | Zacharias Heinesen | Jógvan Isaksen | - |
2005 | Tita Vinther | Emil Jull Thomsen | - |
2004 | - eingin virðisløn latin | - eingin virðisløn latin | - |
2003 | Hanus Kamban | Ólavur Hátun | - |
2002 | Gunnar Hoydal | Axel Tórgarð | - |
2001 | Eyðun Johannesen | Fuglafjarðar Sjónleikarafelag | - |
2000 | Ingálvur av Reyni | - | - |
1999 | Jens Pauli Heinesen | - | - |
1998 | Regin Dahl | - | - |
Harumframt eru tríggjar øðrvísi virðislønir latnar.
Í 2010 fekk Jóhan Hendrik Winther Poulsen Málrøktarvirðisløn Landsins.
Og í 2001 og í 2006 vórðu serstakar virðislønir latnar til ávikavist Ebbu Hentze og Jón Hilmar Magnússon.
Ársins dómsnevnd
Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir.
Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen.