Fríhandil má endurskoðast sum skjótast

Fríhandil má endurskoðast sum skjótast
Fríhandilssáttmálin við Stórabretland má endurskoðast skjótt, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Vinnuhúsið, har sum arbeiðsgevararnir eru, heldur, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Stórabretland er ikki nóg góður
 
10.02.2019 - 09:50

Fríhandilssáttmálin við Stórabretland má endurskoðast skjótt. Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarsvari sínum um sáttmálan.

Felagið væntar, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni. Vónandi verða onkrar av teimum forðingum, sum eru arvaðar frá fríhandilsavtaluni við ES tá loystar. 

Tað er ein sjálvfylgja, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland kannar tollfríu kvoturnar og aðrar ásetingar, sum forða fyri samhandli millum londini.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at fríhandilssáttmálin, sum er gjørdur við Stórabretland líkist fríhandilsavtaluni, sum Føroyar hava við ES við teimum avmarkingum, sum har eru, eitt nú um tollfríar kvotur.

Ivi um føroyskan útflutning

Tollfríu kvoturnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands, eru tó samsvarandi minni í nýggja frihandlssáttmálanum við Stórabretland, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Hinvegin skilir felagið, at støðan nú so stutt fyrir Brexit er óvanlig. Stundir hava kki verið hjá bretsku stjórnini at samráðast um handilsavtalur av nýggjum.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sum skilst er støðan hjá føroyskum vørum, sum verða virkaðar í Bretlandi og síðani aftur útfluttur til ES marknaðin, ikki heilt greið. 

Sum skilst er orsøkin tann, at støðan viðvíkjandi framtíðar handilsviðurskiftunum millum Bretland og ES er óviss, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815