Stongd leið eingin vernd hjá toskinum

Stongd leið eingin vernd hjá toskinum
Tað er niðurstøðan hjá donskum fiskifrøðingum, eftir at ein leið í Kattegat hevur verið stongd fyri toskafiskiskapi í 10 ár
Tað verjir ikki toskin at steingja leiðir fyri fiskiskapi, siga fiskifrøðingar.
 
10.02.2019 - 16:36

Stongdar leiðir verja ikki toskin

Tað er niðurstøðan hjá donskum fiskifrøðingum, eftir at ein leið í Kattegat hevur verið stongd fyri toskafiskiskapi í 10 ár.

Ætlanin var, at leiðin skuldi vera stongd í trý ár, men hevur nú verið stongd í 10 ár, fyri at verja toskin.

Tað vóru danskir og svenskir fiskifrøðingar, sum í felag mæltu til at steingja leiðina í Kattagat fyri at verja toskin, so hann kundi koma fyri seg aftur.

Eingi prógv

Michael Andersen, fiskifrøðingur hjá donsku fiskivinnuni, sigur, at eingi prógv eru fyri, at toskurin hevur tað betri, eftir at leiðin hevur verið stongd í 10 ár.

Eisini aðrir fiskifrøðingar siga seg vera í iva.

Marie Storr-Paulsen, sum starvast hjá DTU Aqua, sigur, at bann fyri fiskiskapi á leiðini hevur onga ávirkan. Men hon vísir á, at tað er rætt at steingja leiðina, tá toskur gýtir.

- Hon sigur, at kanningarnar hjá DTU vísa, at eongin toskur hevur verið á leiðini seinnu helvtina av árinum, men at meir av toski er á leiðini í gýtingartíðini.

- Tí er tað rætt at lata leiðina verða stongda í gýtingartíðini, men at tað onga ávirkan hevur á toskin restina av árinum, sigur Marie Storr Paulsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096