Ósamd um umhvørviskós

Ósamd um umhvørviskós
Ein útsøgn hjá Jacobi Vestergaard festi um vikuskiftið eld í eitt innanhýsis, men alment kjak um umhvørvispolitisku kósina hjá Fólkaflokkinum
Útsøgnin hjá Vestergaard elvdi til alment orðaskifti millum prominent fólkafloksfólk um vikuskiftið
 
11.02.2019 - 11:30

Jacob Vestergaard, tingmaður, var í in.fo endurgivin fyri at siga, at "føroyingar skulu gera tað, sum loysir seg best fyri Føroyar, uttan at hugsa um umhvørvið. Og tí skulu vit sjálvsagt eisini gera grønar orkuskipanir, har tað er bíligari enn at brenna olju, men er tað bíligari at brenna olju, skulu vit tað"

Sjónarmiðið hjá Vestergaard fekk fleiri fólk í Fólkaflokkinum til knappaborðið, m.a. Hanus Samró, Jákup Mikkelsen, Bjarna Djurholm, Gunnvá við Keldu og Anniku Olsen, ið var landsstýriskvinna við umhvørvismálum, tá ið umhvørvispolikkur Føroya var samtyktur, og samtykt var miðvíst at minka útlátið. Annika Olsen mælir til at víðka umhvørvispolitikkin við einum forboði móti plasti í 2030. 

"Hetta er gott fyri umhvørvið og fyri okkara umdømi úti i heimi sum fiskivinnutjóð og ferðamannaland. Virðing fyri umhvørvinum og búskapur ganga hond i hond og kemur at gera tad i framtíðini, tí brúkarin setir krøv um hetta." skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. ''

 

Viðurkennir veðurlagsbroytingar, men...

Vestergaard sjálvur útdýpar sjónarmiðið hjá sær á facebook seint gjárkvøldið:

"Eg viðurkenni, at veðurlagsbroytingar eru veruligar, og nógv bendir á at tær eru mannaskaptar. Og eg viðurkenni eisini, at veðurlagsbroytingar kunnu ikki steðgast fullkomuliga, men um heimsins lond veruliga taka seg saman innan fá ár og finna alternativar orkuloysnir, ið ikki forða londum í at mennast, so kunnu veðurlagsbroytingarnar avmarkast. Men eg veit eisini, at tað føroyska útlátið av CO2 spælir ongan leiklut. Tað er bara ein dukkufretur í hesum sambandi, og tí vil eg halda fast við, at vit í Føroyum skulu ikki skræða okkum sundur og leggja byrðar á vinnu og fólk, til tess at minka okkara frammanundan lítla og týdningarleysa útlát." 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290