"League du LOL" flenna ikki longur

"League du LOL" flenna ikki longur
Fleiri senior-starvsfólk í fronskum fjølmiðlum er koyrd úr starvi, tí tey samskipað hava happað kvinnuligar rithøvundar, journalistar og feministar
 
13.02.2019 - 07:46

Talan er um menn, bara menn, sum í afturlatnum bólki á Facebook høvdu ein bólk, sum teir nevndu "League du LOL", - Láturs-bólkurin. 

Teir hava verið eftir starvsfeløgum í blaðmannaheiminum, - í mestan mun eftir kvinnum, gjøgnum anonymar kontur á Twitter, - teir hava sent skemtisøgur um neyðtøku og myndir av kvinnunum, har tær eru foto-shoppaðar inn í pornografiskan samanhang.

Fleiri kvinnur greitt frá ágangi

Seinastu dagarnar hava fleiri kvinnur almenn greitt frá áganginum frá senior-starvsfólkunum í fronskum miðlum.

Journalistar á vinstrasinnaða blaðnum, Liberation, hava kannað málið um happing, samstundis sum tveir stavsfelagar teirra eru millum teir, sum hava happað kvinnurnar. 

Franski ráðharrin fyri talgild viðurskifti sigur, at menninir, sum hava staðið fyri hesi happing, ikki sita í leiðandi starvi, og vistu ikki, hvørja ávirkan teirra gerðir høvdu á lívið hjá øðrum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025