Fólkavøkstur í 19 kommunum

Fólkavøkstur í 19 kommunum
Samanumtikið vaks fólkatalið í Føroyum 883 fólk í 2018. Nógv fleiri menn enn kvinnur eru í fólkatalsvøkstrinum
Fólkatalið var 51.371 í Føroyum 1. januar í ár. Lutfalsliga var tann størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum
 
14.02.2019 - 09:23

Fólkatalið í útoyggjunum bæði vaks og minkaði í fjør. Men í fýra oyggjum stóð fólkatalið í stað, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Fólkatalið stóð í 2018 í stað í Fugloy, Koltri, Skúgvoy og Stóra Dímun. Í Nólsoy komu átta fólk, millum annað tveir nýføðingar, afturat í fjør og eitt fólk flutti til Svínoyar.

Fleiri menn enn kvinnur í fólkavøkstrinum

Í Kalsoynni vóru seks fólk færri 1. januar í ár enn 1. januar í fjør, fimm færri vóru í Hesti og í Mykinesi vóru tvey fólk færri skrásett. Vøkstur í fólkatalinum var í 19 kommunum í fjør.

Í hinum 10 kommununum stóð fólkatalið í stað, tað var í Fugloynni, Skúgvoynni og í Fámjin, ella tað minkaði, skrivar Hagstovan. Samanumtikið vaks fólkatalið í Føroyum 883 fólk í 2018.

Fólkatalið var 51.371 í Føroyum 1. januar í ár. Nógv fleiri menn enn kvinnur eru í fólkatalsvøkstrinum, samanumtikið 201 maður fleiri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597