Parlamentslimir: Setið strangari reglur í verk

Parlamentslimir: Setið strangari reglur í verk
Facebook má seta nógv strangari reglur í verk og bera nógv skjótari at fyri at steðga spjaðingini av falstíðindum, siga bretskir parlamentslimir
 
18.02.2019 - 08:57

BBC skrivar, at ein kanningarnevnd í Undirhúsinum er komin til ta niðurstøðu, at facebook-stovnarin, Mark Zuckerberg, ikki hevur víst "leiðaraevni og persónliga ábyrgd", tá tað snýr seg um falstíðindi.

Nevndin heldur, at falstíðindi frá fremmandum stjórnum eru hóttan móti bretska fólkaræðinum, sigur nevndin. BBC skrivar, at Facebook sigur seg taka væl ímóti frágreiðingini frá nevndini og sigur seg vera sinnað at umhugsa skilagóða umsjón.

Kanningin, sum hevur vart í meira enn eitt ár, hevur í stóran mun sett luppin á, hvussu Facebook hevur virkað áðrenn og aftaná gøluna við Cambridge Analytica, sum gjørdi sær dælt av dátum hjá milliónatali av brúkarum, sum høvdu svarað eini persónligari qviz á Facebook.

- Stóru KT-fyritøkurnar misrøkja sína skyldu at ansa eftir persónligu rættindunum hjá sínum brúkarum, stendur millum annað í frágreiðingini, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751