Politistøð fyri 138 milliónir

Politistøð fyri 138 milliónir
Gamli BankNordik bygningurin við Húsagøtu í Havn skal verða poltistøð
Nýggja politistøðin í Havn skal verða liðug næsta summar.
 
19.02.2019 - 13:14

Bygningsstyrelsen hevur nú gjørt sáttmála við danska byggifelagið Ommen & Møller um at umbyggja og gera eina hædd afturat á gamla BankNordik-bygningin við Húsagøtu í Havn.

Bygningurin skal gerast til politistøð.

Politistøðin verður 3.175 fermetrar. 2.200 fermetrar eru skrivstovur.

Arbeiðið, sum er mett at kosta 138 mió. kr., verður liðugt á sumri næsta ár.

Føroysku feløgini Articon, LM Electric og RenoVent eru við í arbeiðinum sum undirveitarar.

Aðrir undirveitarar eru Kingo Karlsen A/S, B&E Stål A/S og Persolit Stilladsfirma A/S.

Ráðgevar eru Kent Pedersen Arkitektfirma, PB Consult og Landsbyggifelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742