Aftur biðið um longda freist

Aftur biðið um longda freist
Rættarnevndin hevur aftur biðið um at fáa freistina longda til at gera álit um uppskotið hjá tingkvinnu um løgfrøðiligt kynsskifti
Fyri triðju ferð hevur Rættarnevndin biðið um at fáa freistina longda til at gera álit um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, tingkvinnu, um løgfrøðiligt kynsskifti
 
01.03.2019 - 09:39

Fyri triðju ferð hevur Rættarnevndin biðið um at fáa freistina longda til at gera álit um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, tingkvinnu, um løgfrøðiligt kynsskifti.

Uppskotið varð lagt fram 21. august. Tað fór í Rættarnevndina 6. november og har er tað enn. Fyrstu ferð, freistin at koma við áliti, varð longd, var til 11. desember.

Síðani varð freistin longd til 11. februar, og nú er hon longd til 4. mars. Rættarnevndin sigur, at nógvar innkallingar hava verið, og avboð frá nøkrum, sum eru innkallað, hevur seinkað viðgerðini í nevndini.

 >> SÍ EISINI LGBT vil hava virðiliga viðgerð

Nevndin viðgjørdi uppskotið í gjár. Tá vóru Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein á fundinum fyri LGBT. Jógvan Fríðriksson, biskupur, var eisini á fundinum hjá Rættarnevndini fyrrapartin í gjár.

Uppskotið gevur fólki, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, møguleika til at søkja um at kunna skifta kyn løgfrøðiliga.

At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at søkt verður um P-tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan. Hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328