Nógv fólk fáa pening aftur í skatti

Nógv fólk fáa pening aftur í skatti
Meira enn 18.000 fólk fáa pening aftur frá TAKS
 
06.03.2019 - 09:37

18.392 fólk hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Tað sæst á heimasíðuni hjá TAKS.

Hinvegin vísa tølini, at uppgerðin passar hjá 19.715 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.

Tey, sum hava goldið ov lítið í skatti, eru 1.935 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 5.454.212 krónur.

Eiga fólk minni enn 25 krónur til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skylda fólk minni enn 100 krónur, verða tær ikki innkravdar, skrivar TAKS á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891