Heim í Havn til børn og ung við autismu

Heim í Havn til børn og ung við autismu
Sáttmáli millum Landsverk og felagið Kontrast, undirskrivaður um at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu undirskrivaður
Mayfinn Norðoy, Kári Dahl Christiansen, báðir frá Kontrast, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Árant Andriasson og Kirstin Hansen, bæði frá Landsverki
Mynd: Almannamálaráðið  
 
24.03.2019 - 11:08

Landsverk og felagið Kontrast, undirskrivaðu mikudagin sáttmála um heildarráðgeving í sambandi við, at ætlanin er at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu. Hetta stendur at lesaa heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum

Børn og ung við autismu hava serligan tørv, sum familjurnar í fleiri førum ikki megna at møta. Fyri at bæði børnini og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað.

Ætlanin er byggja ein býling við trimum høvuðseindum, ein við seks búplássum, ein við seks umlættingarplássum og einari virkiseind, har børn og ung fara at koma til ymiskt frítíðarvirksemi. Í løtuni er bíðilisti og komandi árini fer tørvurin at vaksa, og mett er tí, at neyðugt er at taka hond um hesa avbjóðing sum skjótast.

Les eisini:  heim til børn og ung við autismu bjóðað út

Løgtingið samtykti 19. apríl 2018 verklagslógina um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu. Kontrast hevði einasta uppskotið í sambandi við útbjóðingina, men metti bygginevndin, at uppskotið frá Kontrast var so mikið gott, at farast skuldi undir samstarv við Kontrast.  Arbeitt hevur verið við einum skipanaruppskoti, sum varð handað í november 2018, og nú verður farið undir víðari projekteringina. Sambært tíðarætlanini byrjar sjálv byggingin í apríl í 2020 og klárt verður at flyta inn í apríl 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985