Strævið hjá býráðnum á Tvøroyri at lata stuðul

Strævið hjá býráðnum á Tvøroyri at lata stuðul
TB fær 480.000 kr. frá Tvøroyrar kommunu í ár. 180.000 kr. meira enn í fjør 
Endiliga kom bólturin í málið eftir nógv uppskot í býráðnum
 
27.03.2019 - 12:55

Tað var tó striltið hjá býráðnum á Tvøroyri at geva TB stuðul í ár. Men endin bleiv, at TB fær 300.000 krónur og harafturat 20.000 krónur um mánaðin frá 1. apríl og árið út, samanlagt 480.000 krónur.

Býráðið atkvøddi um eitt uppskot frá Súsonnu Bertholdsen. Tað fekk fýra atkvøður, atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum. Minnilutin atkvøddi ikki. Men málið var fyri á tveimum býráðsfundum. Nøkur uppskot vóru.

Mentanarnevndin hjá býráðnum mælti til at lata sama stuðul sum í fjør, 300.000 krónur. Men Bjarni Hammer, sum er í Mentanarnevndini, mælti til at lata 30.000 krónur afturat um mánaðin, so stuðulin hevði blivið 660.000 krónur í ár.

Einki uppskot fekk meiriluta 13. februar

Anita Vibergsdóttir vildi hava kommununa at heita á mentanarnevndina um at gera eina stuðulsinnsavning til TB millum fólk í kommununi.

Í Fíggjarnevndini og á býráðsfundi mælti Kristin Michelsen til at lata TB 500.000 krónur í ár. Men einki uppskot fekk meiriluta í býráðnum 13. februar.

Javnaðarflokkurin mælti so til at senda málið aftur í Mentanarnevndina. Tað varð samtykt. So varð roynt aftur á býráðsfundi. Og tá varð samtykt at lata TB 480.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585