Lóg sum skal banna mismuni ger mismun

Lóg sum skal banna mismuni ger mismun
Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, loyvir kortini mismuni
Einki aldursmark skal vera á arbeiðsmarknaðinum, halda pensjónistar
 
05.04.2019 - 13:06

Landsfelag pensjónista vísir á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið verður gjørt greitt, at til ber at gera mismun vegna aldur, tað er, tá fólk eru vorðin fólkapensjónistar.

Í rundskrivi hjá Fíggjarmálaráðnum er fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum 70 ár. Arbeiðsmarknaðurin hevur innrættað seg eftir, at tað ber til at koyra fólk frá, tá tey hava nátt ávísan aldur.

Loyvt verður framvegis at gera hendan mismunin, sigur Samferðslumálaráðið í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Landsfelag pensjónista heitir á løgtingið um at lóggeva soleiðis, at ikki er loyvt at siga fólki upp fyri aldur.

Annað skriv

Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Landsfelagið. Og fráfaringaraldurin skal eisini burtur.

Rættarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur lógaruppskotið, hevur eisini fingið eitt annað skriv um sama mál.

Tað er frá Ingrid S. Henriksen, Thordis Skaalum og Bozena Rasmussen, sum eftir trimum døgum hava savnað inn 128 undirskriftir. Tey biðja løgtingið strika 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

Tey undrast, tá føroyska lógaruppskotið byggir á donsku lógina um forskelsbehandling frá 2016. Í henni er 70 ára fráfaringaraldur strikaður, siga tey.

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595