Lea Kampmann fingið herðaklapp

Lea Kampmann fingið herðaklapp
Apple Music hevur viðmælt nýggja staklagið hjá Leu Kampmann "Sail" á listanum "Best of the Week".
 
06.04.2019 - 10:59

Tónleikarin Lea Kampmann hevur fingið eitt stórt herðaklapp fyri sítt nýggja staklag "Sail", sum kom út í gjár.

Stroymingartænastan hjá Itunes, ið nevnist Apple Music, hevur viðmælt sangin á listan "Best of the Week" saman við 80 øðrum altjóða sangum, við eitt nú Vampire Weekend, Ariana Grande, Diplo og Jonas Brothers. 

Playlistin verður dagførdur hvørja viku við tí besta nýggja tónleikinum kring heimin.

Fyrr í vár fekk Lea Kampmann gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, ið verður latið fyri at stuðla og eggja gávuríkum ungum listafólkum at nema sær útbúgving.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025