Fekk at vita at játtanin fór at halda

Fekk at vita at játtanin fór at halda
Fíggjarstýringin hjá Landsverki er eisini nevnd í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Kaj Leo Holm Johannesen, tingmann
 
16.04.2019 - 12:51

Fíggjarstýringin hjá Landsverki er eisini nevnd í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Kaj Leo Holm Johannesen, tingmann, um meirnýtsluna í sambandi við, at Landssjúkrahúsið verður útbygt.

Slakar 43 milliónir krónur vanta í, um verkætlanin skal fullførast, hevur Landsverk upplýst fyri Heilsumálaráðnum.

Gera ein nágreiniligan byggiroknskap

Eftir søgurnar um skúladepilin í Marknagili vórðu Landsverk og Heilsu- og Innlendismálaráðið samd um, at neyðugt varð at hyggja sjúkrahúsverkætlanina ígjøgnum fyri at vita neyvt, hvat var brúkt til hvat. 

Verkætlanar- og byggileiðslan fyri H-bygninginum á Landsverki ger tí ein nágreiniligan byggiroknskap. 

Verkætlanarleiðslan hevur í tí sambandi kannað roknskapin frá tí, at upprunaliga verklagslógin kom í gildi og fram til í dag. 

43 mió. kr. ov nógv

Brúktar er slakar 43 milliónir krónur ov nógv. Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur áður spurt Landsverk, um játtanin fór at halda, og fekk at vita, at tað fór hon, sigur Sirið Stenberg.

Sirið Stenberg sigur, at nakrar fyriskipanir eru settar í verk, sum skulu fyribyrgja óvæntað frávik. Millum annað er innanhýsis eftirlitið hjá Landsverki styrkt. 

Harumframt eru regluligir fundir millum Landsverk og bygginevndarformannin, har serligur dentur verður lagdur á at fylgja við fíggjarligu gongdini. Landsstýriskvinnan fer eftir páskir at fáa fíggjarligu viðurskiftini lýst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666