Gjørdi seg inn á løgreglufólk

Gjørdi seg inn á løgreglufólk
Eitt ferðsluóhapp hendi í Leirvík í nátt. Ein bilur var farin av vegnum og lá á síðuni
 
21.04.2019 - 10:59

Eingin fólkaskaði var, men tá løgreglan kom á staðið komu eisini fleiri ungfólk, sum fóru at rópa ókvæmisorð eftir løgreglufólkunum.

Tann eini gjørdist nakað harðmæltur og nærgangandi og legði upp til bardaga. Hann varð handtikin og verður millum annað skuldsettur fyri at hótta løgreglufólk í tænastu.

Ferðslukanningar hava eisini verið gjørdar í gjárkvøldið og í nátt. Tveir bilførarar verða skuldsettir fyri at hava koyrt ávirkaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037