Borgarstjóri ávarar samgonguna móti tingmanni

Borgarstjóri ávarar samgonguna móti tingmanni
Uppskotið hjá uttanflokkatingmanni Magna Laksáfoss um at liberalisera el-marknaðin er blóðskeivt, heldur borgarstjórin í Runavíkar kommunu
 
23.04.2019 - 07:48

Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at leggja elkervið hjá Sev í eitt sjálvstøðugt felag og annars at liberalisera føroyska el-marknaðin, vendir blóðskeivt. Tað heldur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen. 
Torbjørn Jacobsen ávarar samgonguna móti einum knæfalli fyri Magna Laksáfoss fyri at tryggja sær hansara stuðul restina av samgonguskeiðnum.

 

Rekord

- Kemur hetta ígjøgnum, er hetta helst politisk rekord, heimsrekord. At ein einasti tingmaður, av 33, í einum heilum landi sleppur at torpedera skipanina, sum hevur skyldu at veita alt ravmagnið í landinum. Ikki so frægt at SEV er spurt eftir, tíansheldur eigarin, sum er kommunurnar í Føroyum, um hvat hesi halda um uppskotið, skrivar borgarstjórin á facebook. 

Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at liberalisera føroyska elmarknaðin liggur í rættarnevndini. Men løgtingið skal í morgin atkvøða um at fáa uppskotið úr nevnd aftur. 
Kommunufelagið og leiðslan í Sev hava boðað rættarnevndini frá, at eitt tílíkt mál eigur at koma frá landsstýrinum og ikki frá einstøkum uttanflokkatingfólki. 

Magni Laksáfoss hevur ikki hug at gera viðmerkingar til uppskotið í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985