Litrík og livandi

Litrík og livandi
Kringvarpið stroymir beinleiðis frá mentanarkjakið úr Løkshøll
 
24.04.2019 - 14:49

Í kvøld kl. 19 verður Løkshøll karmur um kjak um mentan í Runavíkar kommunu.

Urd Johannesen, sum fyri nøkrum árum síðani orðaði eitt álit um mentanarpolitikk fyri Runavíkar kommunu, leggur høvuðstættir úr álitinum fram, og Jan Berg Jørgensen og Óli Poulsen fara at umrøða ávíkavist films- og tónleikaframleiðslu.

 

Pallborðskjak

Eftir hetta verður pallborðskjak. Tey ið fara at sita við kjakborðið eru: Uni Leitisstein Hansen, Hans Jacob Kollslíð, Sigrun Jónsveinsdóttir og Símun Jóanesarson Hansen. Sveinur Tróndarson verður orðstýrari. 

 

Kommunan skal verða litrík og livandi

Í mentanarálitinum var lagt upp til hesa visjónina, at: Runavíkar kommuna er litrík og livandi og gongur á odda at geva fjøltáttað og dygdargóð tilboð, ið strimbra luttøku, íverksetan og nýhugsan, og fjálga um felagsskapin.

Á mentanarkjakinum í Løkshøll verður sjóneykan sett á visjónina og ítøkiligu hugskotini til átøk á mentanarøkinum. Hugt verður eftir, hvat er framt, og hvat dentur eigur at verða lagdur á í framtíðini.

Tiltakið er fyriskipað í samband við, at tað er mentanarvika í Runavíkar kommunu hesa vikuna. 

Beinleiðis stroymingin byrjar kl 19:00 og endar uml.kl.21:00

Leinki til kjakið, trýst HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585