10 FM finalur í sjónvarpinum

10 FM finalur í sjónvarpinum
Tvær borðtennis finalur, tvær badminton finalur og seks judofinalur verða at síggja í sjónvarpinum seinnapartin í dag
Rannvá Djurhuus Carlsson er ein av finalistunum, sum skal kappast beinleiðis í sjónvarpinum í dag, tá stóri FM dagurin í borðtennis, badminton og judo er í Høllini á Hálsi í Havn.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.04.2019 - 09:35

Tað er í dag, at føroyameistararnir  í judo, borðtennis og badminton skulu finnast, og heili tíggju finalur verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum. 

Judo, borðtennis og badminton hava sligið seg saman til ein felags kappingardag í høllini á Hálsi, og er hetta trettanda ferðin, at sersambondini royna hendan leistin, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 13. 

Einmansleikir og judo
Sjónvarpið vísir FM finalurnar í einmansleiki í badminton og borðtennis hjá bæði kvinnum og monnum og seks FM finalur í judo, tvær hjá kvinnum og fýra hjá monnum. 

Fyrraparturin eru kappingarnar í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og aftan á døgurða verða so einmansleikirnir á skránni. 

Sendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 13. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572