Søguligt silvur í kapping fyri smátjóðir

Søguligt silvur í kapping fyri smátjóðir
Føroyar taptu finaluna fyri Íslandi í kappingini fyri smátjóðir í Havn, men annað plássið er samstundis besta úrslitið hjá føroyska badmintonliðnum í Small States higartil
Bjarni Árting Rubeksen
03.11.2026 - 09:11

Føroyar taptu finaluna fyri Íslandi í Small States-kappingini, men silvurið er samstundis besta úrslitið hjá føroyska badmintonlandsliðnum í kappingini higartil.

Sterkasta føroyska parið legði fyri í blandaðum tvímansleiki. Rúni Øster og Miriam í Grótinum stríddust eisini av øllum alvi, men taptu kortini 2-1. Íslendingar vunnu fyrsta setti 15-11, áðrenn føroyingarnir svaraðu aftur við 15-12 sigri í øðrum setti.

Tað eydnaðist kortini ikki at javna, tí Davíð Bjarni Björnsson og Arna Karen Jóhannsdóttir vunnu avgerandi setti 15-12. Í einmansleiki hjá monnum tapti Jafet Rasmussen 2-0 (15-11, 15-10), áðrenn Ranja Joensen minkaði um munin við tryggum 2-0 á Hrafnhildur Eddu Ingvarsdóttir.

So livdi vónin um gullið aftur, men í tvímansleiki við monnum lótu Davíð Bjarni Björnsson og Kristofer Darri Finnsson lótu ongan iva vera um, at teir vildu tryggja íslendingum gullið. Teir vunnu ikki minni enn 15-0 og 15-5 á Magnusi Dal-Christiansen og Rúna Øster og so var 3-1 og liðugt.

 - Vit vóru øgiliga errin at røkka í finaluna, men so vóru vit eisini nokkso vónbrotin av at tapa, segði Miriam í Grótinum.

 - Sjálvandi fóru vit eftir gullinum, og øll vóru uppsett upp á at vinna gullið, men tað gekk ikki okkara veg. Men eg haldi, at vit skulu vera errin av okkum sjálvur. At vit hava tikið okkum so nógv fram síðstu tvey árini síðan síðstu Small States, men beint nú er tað ikki gott, segði Rúni Øster.

Kýpros hevur vunnið kappingina eina ferð, og nú hava íslendingar vunni hana tvær ferðir. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210