Seinasti møguleiki at kvalifisera seg til HM

27.04.2019 - 12:24
ÍtrótturSvimjing
Seinasti møguleiki at kvalifisera seg til HM
Kappingin um føroyameistaraheitini í langgeil er samstundis seinasti møguleiki hjá svimjarunum at kvalifisera seg til heimsmeistarakappingina
Mynd: ssf.fo
 

Føroya bestu svimjarar kappast í løtuni um føroyameistaraheitini í langgeil. Kappingin er býtt upp í tríggjar finalupartar, ið innibera 40 kappingar. Fyrsti finaludagur var í gjár, og skulu teir knáu svimjararnir aftur í hylin í Pálshøll seinni í dag.

 

Ungu svimjararnir klára seg væl

Norðurlendska meistarastevnan fyri ung verður í ár hildin í Vejle í Danmark. Nakrir av teimum ungu svimjarunum hava longu klárað kravtíðirnar, men av tí at Føroyar eru í eini serstøðu, sleppa tey, ið kvalifisera seg møguliga heldur til Baku í Aserbadjan, har tað verður kappast í teimum evropeisku olympiuleikunum fyri ung. Bartal Erlingsson Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir, ið bæði svimja í Havnar Svimjifelag, hava longu megna kravtíðirnar.

 

Óli og Signhild eru longu kvalifiseraði til HM

Óli Mortensen, úr Havnar Svimjifelag, og Signhild Joensen, úr Ægir, hava bæði longu megna kravtíðirnar til heimsmeistarastevnuna. Stevnan verður í ár hildin í Suður Korea í juli. Spennandi verður at síggja, um nakar av svimjarunum fara at megna kravtíðina í Pálshøll um vikuskifti.

Vit úr Kringvarpinum verða til staðar í Vági alt vikuskifti, og deila møgulig føroysk met og megnaðar kravtíðir á facebook vanga okkara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646