Elsti føroyski báturin komin heim

Elsti føroyski báturin komin heim
Nærum 200 ára gamla tíggjumannafarið, Hvanngarðurin, er helst elsti føroyski báturin. Nú er hann komin aftur til Føroya aftaná 87 ár í Noreg.
27.05.2025 - 19:47

Hann varð seldur til Noregs í 1938 og hevur síðstu tíðina staðið á Norsk Folkemuseum.

Nú er umleið 195 ára gamli báturin úr Syðrugøtu komin heim aftur til Føroya. Tað er Eysturkommuna, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa tíggjumannafarið heim aftur.

Andrass Joensen, bátasmiður, sum eisini hevur verið partur av hesum, fegnast um, at báturin er komin heim aftur, har hann frameftir fer at standa á Báta- og listasavninum í Leirvík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655