KAF frídømt í Fasta gerðarrætti

KAF frídømt í Fasta gerðarrætti
Fasti gerðarrættur hevur frídømt Kommunala arbeiðsgevarafelagið í trætuni við Heilsuhjálparafelagið
Avgerðirnar hjá Fasta gerðarrætti eru endaligar í fyrisitingini.
 
28.05.2025 - 06:08

Fasti gerðarrættur hevur frídømt Kommunala arbeiðsgevarafelagið í trætuni við Heilsuhjálparafelagið.

Heilsuhjálparafelagið sigur tað vera sáttmálabrot, tá heilsuhjálparar vera bidnir at arbeiða vaktir, sum eru annað enn átta tímar, tá eingin avtala er um tað við arbeiðsgevararnar.

Í sáttmálanum stendur, at arbeiðstíðin er átta tímar um dagin. 

Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin krevur tað.

Fasti gerðarrættur heldur, at ikki er grundarlag fyri at halda, at orðingin um átta tímar skal skiljast so bókstavliga sum Heilsuhjálparafelagið sigur og, at frávík bara kann gerast sambært avtalu við Heilsuhjálparafelagið.

Talan er tí ikki um sáttmálabrot, sigur Fasti gerðarrættur.
 
Málið byrjaði í Fasta gerðarrætti 30. mai 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310