Søkja eftir 9 kommunulæknum

Søkja eftir 9 kommunulæknum
Heilsutrygd søkir eftir kommunulæknum til fýra læknadømi.
 
10.05.2019 - 13:58

Heilsutrygd lýsir nú eftir 9 kommunulæknum til 4 læknadømi. Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja.

Eitt starv í viðtalu 2 á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Umleið 1700 borgarar eru í viðtaluni.

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru fýra kommunulæknastørv leys at søkja - eitt starv á Berjabrekku og trý størv í Kirkjustræti. Eitt starv í viðtalu við umleið 1.200 borgarum. Viðtalan fer at halda til í nýggju hølunum í Kirkjustræti. Talan er um eitt heilt nýtt starv, sum ikki hevur verið mannað áður. Ætlanin er, at viðtalan letur upp á fyrsta sinni í august.

Eitt starv í viðtalu við umleið 1.800 borgarum. Viðtalan flytur í summar av Frúutrøð í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.

Eitt starv í viðtalu við umleið 1.550 borgarum. Viðtalan flytur í summar úr Miðlon í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.

Eitt starv í viðtalu í Berjabrekku við umleið 1.200 borgarum. Talan er um viðtalu, ið flytur úr Miðlon niðan í Berjabrekku. 

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja.  Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni.  Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. 

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja.  Eitt starv er í Heilsudeplinum í Runavík við umleið 1.400 borgarum. Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum við umleið 1.400 borgarum. 

Umsóknarfreistin er 27. mai 2019, kl. 12.00, sæst í starvslýsingini frá Heilsutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887