Heimatænastan bjóðar reingerð fyri pengar

Heimatænastan bjóðar reingerð fyri pengar
Ov fá starvsfólk í heimatænastuni gera, at Tórshavnar kommununa nú fær privata fyritøku at gera reint hjá fólkapensjónistum
Fólkapensjónistar kunnu søkja um at fáa gjørt reint.
 
22.05.2019 - 12:05

Ov fá starvsfólk í heimatænastuni gera, at Tórshavnar kommununa nú fær privata fyritøku at gera reint hjá fólkapensjónistum.

Býráðið hevur sett hálva millión krónur í fíggjarætlanina fyri 2019 til at gera reint hjá fólkapensjónistum.

Fyri tíggju árum síðani var reingerð við í tænastuni, sum heimatænastan gav teimum, sum búgva heima.

Men so er ikki longur. 

Nú verður so ein roynd gjørd, so teir fólkapensjónistar, sum ikki eru førir fyri at gera reint, kunnu velja reingerð eina ferð aðru hvørja viku, ella eina ferð fjórðu hvørja viku, fyri 300 kr. hvørja ferð.

Royndin verður eftirmett í september.

Tórshavnar býráð viðger málið í annaðkvøld.

Eldranevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum taka undir við uppskotinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938