Grind í Havn

Grind í Havn
Bátar eru hjá grindini, sum í løtuni er uttan fyri molan
 
29.05.2019 - 09:32

Ætlanin er at reka grindina inn í Sandágerð. Springarar eru eisini uppií, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði í samrøðu í útvarpstíðindunum klokkan 10, at drápið í Sandágerði tá var byrjað.

Mett at vera 150 hvalir

Grindin varð sædd í Nólsoyarfirði um 9-tíðina, og grindin varð hildin at vera stór. Springararanir, sum vóru í bólkinum, vóru riknir úr bólkinum.

– Eg tosaði við ein grindaformann, sum metti grindina at vera umleið 150 hvalir. Nógv fólk og bátar eru við í drápinum, sigur Finnbogi Midjord við útvarpið.

Finnbogi Midjord roknar við, at springarnir, sum vóru í bólkinum, verða riknir inn á Skálafjørðin, her teir verða dripnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435