Fekk uppreisn í semju

Fekk uppreisn í semju
Semja varð í gjár gjørd millum Elektron og Kjartan Thomassen, sum var stjóri í Elektron
Elektron og fyrrverandi stjórin hava gjørt semju um uppsøgn.
 
14.06.2019 - 12:51

Semja varð í gjár gjørd millum Elektron og Kjartan Thomassen, sum var stjóri í Elektron.

Advokaturin hjá Kjartani Thomassen, Jens Bertel Rasmussen, sigur, at teir eru nøgdir við semjuna.

Kjartan Thomassen fær meira enn hálva millión krónur í endurgjaldi. Neyva talið vil Jens Bertel Rasmussen ikki upplýsa, - heldur ikki, hvussu nógvum pengum, teir stevndu eftir.

Men pengarnir hava ikki størstan týdning í hesum málinum, sigur hann.

Hann sigur, at nú hevur Kjartan Thomassen fingið uppreisn, og tað er avgerandi. 

Skeiv viðferð

Tað er staðfest, at Elektron gav Kjartani Thomassen ikki rætta viðferð, tá hann varð sagdur úr stjórastarvi sínum í 2016. 

Hann fekk ikki somu fráfaringaravtalu sum onnur hava fingið frá Elektron.

Málið hevur verið í Føroya rætti, sum setti av fýra rættardagar.

15 vitni vórðu avhoyrd í rættinum.

Dómarin bað partarnar finna semju og segði samstundis, hvussu ein dómur fór at verða.

Semjan í gjár er gjørd eftir tí, sum dómarin segði, at ein dómur fór at staðfesta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343