Kannar fyritøkur og tilboð

Kannar fyritøkur og tilboð
Brúkaraumboðsmaðurin fann einki svik við nú og fyrr prísum í stakroyndum, sum Brúkaraumboðið gjørdi í tveimum tilboðsbløðum frá eltólahandlum 
Brúkaraumboðið kannar tey, sum selja hvítvørur
 
19.06.2019 - 12:16

Tey, sum selja eltól og hvítvørur og senda tilboðsbløð í hvørt hús, eiga at prógva, at prísirnir í blaðnum eru rættir, bæði tilboðið og tað, sum vøran kostaði fyrr.

Brúkaraumboðið hevur nýliga kannað tilboðsbløð hjá tveimum størstu veitarunum, sum selja eltól og hvítvørur í Føroyum.

Hesar stakroyndirnar vístu, at fyritøkurnar megnaðu at skjalprógva marknaðarførdu upprunaprísirnar, sigur Brúkaraumboðið.

Stakroyndir

Fyritøkurnar báðar fingu tó at vita, at Brúkaraumboðið ætlar at halda fram við at gera slíkar stakroyndir. Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, er talan um villleiðandi marknaðarføring.

Sambært lógini um marknaðarføring má útsøla ella onnur søla, har prísir eru lækkaðir, bara fráboðast, um príslækkingin er verulig. 

Handlar skulu í minst seks vikur hava havt vøruna til sølu fyri upplýsta upprunaprísin, áðrenn vøran verður seld fyri tilboðsprís. Er talan um gerandisvørur er talan tó um fýra vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817