Uppboðssøla fyrst í september

Uppboðssøla fyrst í september
Rættindi at fiska verða seld á uppboðssølum 3. og 4.september, kunnger Fiskimálaráðið
Uppboðssøla hjá Vørn
 
23.07.2019 - 11:25

3. september verður rætturin at fiska 2.450 tons av svartkjafti seldur. Og 4. september verður rætturin at fiska 3.313 tons av norðhavssild seldur.

Talan er um rættindi, sum skulu brúkast í ár. Uppboðssølurnar eru afturlatnar, og Vørn er uppboðssøluhaldari. 

Fyrsta sølan í 2011

Síðani fyrsta uppboðssølan var í 2011, hevur landskassin selt fyri 588 milliónir krónur á uppboðssølum.

Fyrsta uppboðssølan var í 2011. Síðani var eingin í fýra ár, men síðani 2016 hava uppboðssølur verið hvørt ár.

Higartil eru seld næstan 400.000 tons á uppboðssølu. Miðalprísurin øll fimm árini er 1,48 krónur fyri kilo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770