Facebook 33,5 milliardir í bót

Facebook 33,5 milliardir í bót
Facebook skal gjalda bótina, tí fyritøkan hevur givið upplýsingar um brúkarar víðari
Amerikanskir myndugleikar hava givið Facebook eina risabót uppá fimm milliardir dollarar, svarandi til umleið 33,5 milliardir krónur
 
24.07.2019 - 16:14

Amerikanskir myndugleikar hava givið Facebook eina risabót uppá fimm milliardir dollarar, ið svarar til umleið 33,5 milliardir krónur í okkara peningi.

Facebook fær bótina, tí fyritøkan hevur givið upplýsingar um brúkararnar á sosiala miðlinum víðari til triðja part, skrivar Ritzau.

Bótin er tann størsta, sum amerikanska brúkara- og kappingarráðið, Federal Trade Commission (FTC), nakrantíð hevur givið.

Málið byrjaði í 2014

Tað var í 2018, at myndugleikarnir byrjaðu at kanna Facebook eftir, at upplýsingar í sonevnda Cambridge Analytica-málinum komu fram.

Cambridge Analytica gjørdi sær dælt av dátum hjá milliónatali av brúkarum, sum høvdu svarað eini persónligari qviz á Facebook síðani 2014.

 >> SÍ EISINI Cambridge Analytica fekk dátur hjá Zuckerberg

Bretska fyritøkan brúkti upplýsingarnar millum annað til, at selja ráðgevarahjálp til politikarar. Facebook visti um hetta longu í 2015, men segði einki fyrr enn í fjør.

Facebook váttar, sambært tíðindastovuni Ritzau, at fyritøkan longu hevur góðtkið risabótina, og hevur játtað at gjalda bótina, sum part av semjuni, ið nú er gjørd.

Bótin kom ikki heilt óvæntað

– Vit vóna, at vit nú kunnu seta punktum í hesum málinum, og í staðin venda eyguni og arbeiðsorkuna móti framtíðini, sigur Facebook í eini almennari fráboðan.

Facebook hevur áður boðað frá, at fyritøkan hevur oyramerkt tríggjar milliardir dollarar til eina møguliga bót. Í apríl segði Facebook, at tað ikki varð óvæntað, at bótin bleiv so stór.

Umsetningurin hjá Facebook var fyrsta ársfjórðing í ár 15,1 milliard dollarar. Nettoyvirskotið var sama tíðarskeiðið 2,4 milliardir dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523