Dagførda lógin um rættargang til hoyringar

Dagførda lógin um rættargang til hoyringar
Nýggja logaruppskotið um rættargang í Føroyum er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 13. september
Rættargangslógin, sum er galdandi í Føroyum, er dagførd
 
29.07.2019 - 09:53

Føroysk og donsk embætisfólk hava síðani 2017 endurskoðað lógina, sum er meira enn 30 ára gomul.

Stórur munur er á lógini, sum er galdandi í Føroyum, og lógini, sum er galdandi í Danmark, tí danska rættargangslógin er ofta dagførd. 

Nógvar broytingar

Fleiri enn 200 broytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. 

Millum annað skal Føroya rættur nú hava dómsfólk. Dómsfólk eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum.

Í lógaruppskotinum er nýggjur kapittul um ábyrgd hjá landsstýrisfólki. Hann sigur, hvørjar rættargangsreglurnar eru, tá mál eru móti landsstýrisfólkum um embætisførslu teirra.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162