Fleyg sjúka kvinnu av skipi á Landssjúkrahúsið

Fleyg sjúka kvinnu av skipi á Landssjúkrahúsið
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var í gjárkvøldið eftir einari kvinnu, sum var við ferðamannaskipinum Boudicca
Boudicca er bygt í Finnlandi í 1973
 
10.08.2019 - 15:27

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var í gjárkvøldið eftir einari kvinnu, sum var við ferðamannaskipinum Boudicca.

Skipið bað um hjálp, tí kvinnan skuldi á sjúkrahús. Boudicca var tá 60 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.

Tyrlan fór eftir kvinnuni og fleyg hana á Landssjúkrahúsið. Tiltakið vardi í tveir tímar.

Boudicca er á veg til Reykjavíkar. Skipið var ikki inni í Føroyum. Boudicca er norskt skip, sum er skrásett á Bahamaoyggjunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815