Kæra søluna

Kæra søluna
Tvey eigarafeløg hava kært Tórshavnar kommunu fyri at selja jørð, uttan at hon er boðin út fyrst
Tórshavnar kommuna hevur ikki biðið Innlendismálaráðið um undantaksloyvi til at selja lendið, siga tvey eigarafeløg
 
20.08.2019 - 08:21

Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða hava kært Tórshavnar kommunu fyri at selja jørð hjá kommununi, uttan at hon er boðin út alment fyrst. 

Hetta er greitt brot á kunngerðina frá 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, siga feløgini. Kæran er send til Innlendismálaráðið, sum varðar av kommununum. 

Tórshavnar kommuna hevur heldur ikki biðið Innlendismálaráðið um undantaksloyvi til at selja lendið, siga eigarafeløgini.

Selt fyri 157 krónur fermeturin

Lendið, sum er 10.500 fermetrar, er selt einum holdingfelagi í Havn, sum ætlar at byggja íbúðir. Lendið er selt fyri 157 krónur fyri fermeturin. 

Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða vilja hava Innlendismálaráðið at afturkalla søluna.

Feløgini vilja eisini hava Innlendismálaráðið at geva Umhvørvisstovuni boð um at nokta umsóknini frá Tórshavnar kommunu um at býta sundur matrikulnummarið undir Kongavarða, sum umfatar seldu jørðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558