Nú kanst tú taka meira vín við

Nú kanst tú taka meira vín við
TAKS hevur dagført tollplakatina, sum vísir, hvussu nógv tollfrítt, ið ferðandi til Føroya kunnu keypa
 
17.09.2019 - 09:19

Av broytingum er at nevna, at nú kanst tú keypa 4,5 litur av víni og 2,25 litrar av heitvíni - afturímóti 4,0 og 2,0 litrum áður. 

TAKS sigur, at broytingin kemst av, at dagførdu tølini hóska betur saman við fløskurnar, sum eru 0,75 litrar. Nú verður cider flokkað sum øl og ikki sum vín, og snús er komið á plakatina saman við balli.

Nýggja plakatin er á føroyskum og enskum og hongur á flogvøllinum og á farstøðini. Hon sæst eisini á heimasíðuni taks.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006