Stroyma steypafinalur hjá yngru liðum

Stroyma steypafinalur hjá yngru liðum
Kringvarpið fer at stroyma fýra av finalunum hjá yngru liðunum, sum verða spældar hetta stóra steypafinaluvikuskiftið í fótbólti
 
20.09.2019 - 12:19

Stóra steypafinaluvikuskiftið verður nú. Onkrar finalur hjá yngru liðunum eru longu spældar. Í kvøld eru tvær finalur á skránni, og í morgin eru fimm finalur á skránni.

Kringvarpið stroymir hesar finalurnar:

Í dag, fríggjadag 20. september:
Klokkan 17.30: B36 - ÍF/Víkingur/B68, gentur U18
Klokkan 20.00: HB - Skála, menn U21

Í morgin, leygardagin, 21. september:
Klokkan 11.30: B36 - KÍ, gentur U12
Klokkan 14.00: Víkingur - HB, dreingir U17

Stroymingin sæst á heimasíðu okkara kvf.fo. Hinar finalurna hjá yngru liðunum verða stroymdar á fsf.fo.

Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í morgin. Hjá kvinnum hittast EB/Streymur/Skála og HB, og hjá monnum spæla Víkingur og HB. 

Kringvarpið ger nógv burtur úr og sendir finalurnar beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Í útvarpinum byrja vit at senda klokkan 16.00 og í sjónvarpinum klokkan 16.15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815