Bað um hjálp, men avlýsti

Bað um hjálp, men avlýsti
Ein einsamallur maður á einum báti á Kaldbaksfirði fekk sjálvur motorin í gongd aftur
Rescue LÍV varð í morgun boðsendur at hjálpa einum smábáti, sum hevði fingið motorsteðg á Kaldbaksfirði. Myndin hevur ikki samband við tilburðin
 
12.10.2019 - 11:59

MRCC fekk klokkan sjey í morgun fráboðan frá einum smábáti, ið bað um bað um hjálp, tí motorurin á smábátinum varð steðgaður upp.

Bjargingarbáturin Rescue LÍV varð sendur at hjálpa manninum á bátinum, sum var staddur á Kaldbaksfirði, men hetta varð síðani avlýst.

Maðurin, sum var einsamallur umborð á bátinum á Kaldbaksfirði, fekk sjálvur motorin í gongd aftur, og sleipið varð tí av ongum.

Smábáturin var nær landi, tá hann fekk motorsteðg, upplýsir vakthavandi hjá sjóbjargingarstøðini, MRCC, fyri útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040