Samgongan fundast um fiskivinnuuppskotið

Samgongan fundast um fiskivinnuuppskotið
Sambandsflokkurin vil hava nakrar orðingar í fiskivinnuuppskotinum neyvlýstar. Fyrrverandi tingmaður rópar varskó.
 
21.10.2019 - 13:23

Klokkan tvey seinnapartin skuldu umboð fyri samgonguna fara á fund á Tinganesi.
Hyggur tú at fundarluttakarunum, so er neyvan nakar ivi um, hvat mál er skrá.

Tí - umframt tingbólkaformenninar  - hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund.
Vit tosa um nýggju fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar, og sum nú skal sendast inn í løgtingið.

Sambandsflokkurin gjørt viðmerkingar

Uppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá samgonguflokkunum.

Og í øllum førum Sambandsflokkurin hevur nýtt høvið at skriva nøkur orð.
 - Vit hava gjørt viðmerkingar til uppskotið - eins og vanligt er í slíkum førum, sigur Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

 - Nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum heldur ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

Fyrrverandi sambandstingmaður ávarar

Ein fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Eivin Jacobsen, hevur eisini gjørt sínar viðmerkingar. Í einum lesarabrævi.

Fyrrverandi tingmaðurin skrivar millum annað um uppskotið, at lagt verður upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina, og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi. Hendir tað, er talan um eina vanlukku við Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum kom at sita eftir við allari fiskivinnuni.

 - Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til, skrivar Eivin Jacobsen víðari.

Hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190