Fiskaaling í altjóða samstarvi

Fiskaaling í altjóða samstarvi
Fiskaaling hevur skrivað undir samstarvsavtalu innan gransking, starvsvenjing og vitanardeiling við norðmenn
 
31.10.2019 - 11:05

Fiskaaling og Norges miljø- og biovitenskapelige universitet, stytt NMBU, hava skrivað undir avtalu um samstarv innan gransking, starvsvenjing og vitanardeiling, har starvsfólk kunnu virka í longri ella styttri tíð hjá hvørjum øðrum. 

NMBU er altjóða viðurkendur fróðskapar- og granskingarstovnur innan aling, umhvørvi, burðardygga menning, fólka- og djóraheilsu, veðurlagsavbjóðingar, varandi orkukeldur, matframleiðslu og økis- og tilfeingisumsiting.

Fiskaaling bjóðar lesandi frá NMBU at gera størri og smærri granskingaruppgávur á Fiskaaling í Føroyum, meðan starvsfólk frá Fiskaaling kunnu luttaka á skeiðum á NMBU. Avtalan er í fyrstu atløgu galdandi í fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328